2021-03-11 11:27

Arbeiðið við at gera tunnilin norður um Fjall millum Ánirnar og Árnafjarð er nú farið í gongd.
Í morgun varð skot loyst av við landsvegin oman fyri Ánirnar, og ein partur av tilfarinum endaði úti á landsvegnum.
Ferðslan varð avbrotin eina lítla løtu meðan vegurin varð ruddaður aftur.
Tað er byggifyritøkan Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at gera arbeiðsvegir og tílíkt í sambandi við tunnlarnar. Articon hevði eisini lægsta tilboð upp á sjálva boringina, tá lisitasjón var í farnu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald