Innanlands

Turið Hammer vart ph.d. um tarmbrunasjúkur

Hon fer at halda fram við gransking í evninum

(Mynd: gransking.fo)

(Mynd: gransking.fo)

2020-03-06 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjastu tølini vísa, at tað er ein stórur títtleiki av tarmsjúkum í Føroyum - ongastaðni í heiminum er hann so stórur

Les eisini: 900 føroyingar við tarmsjúku

Tað er tarmbrunasjúkur í Føroyum, ið Turið Hammer hevur skrivað ph.d.-ritgerð um. Ritgerðin kallast: "Inflammatory Bowel Diseases in the Faroe Islands", og Turið vardi hana á  Københavns Universitet í gjár, og talan var um eina væleydnaða verju.

Hetta skrivar heimasíðan gransking.fo, sum sigur um ritgerðina, at hon er sett saman av trimum vísindaligum greinum, sum Turið Hammer er fyrstihøvundur á og eini ritgerð við lýsing av granskingini, metodu, tilfari, úrslitum, kjaki, niðurstøðum og perspektivering.

Vegleiðarar hennara vóru Elsebeth Lynge, professari á KU, Pál Weihe, professari og leiðari á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, og Pia Munkholm, professari á KU.

Í metingarnevndin vóru
Rikke Lund, lektari, forkvinna
Tina Kold Jensen, professari
Ola Olén, dr.

Turið Hammer hevur fingð játtað stuðul til framhaldandi gransking á hesum økinum og fer undir nýggju verkætlanina í næstum. Hendan verkætlanin kallast:  "Grundir til og kostnaður av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum”.”

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder