Fleiri altjóða miðlar boða í kvøld frá, at turkiski forsetin Erdogan hevur lovað Nato aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg at stuðla svenskum limaskapi í Nato og fer at leggja fram uppskot í turkiska tinginum skjótast. Hetta eru nýggir tónar, tí fyrr í dag kom fram krav frá sama Erdogan, at turkiskur ES limaskapur er eitt krav frá Turkalandi fyri at stuðla svenskum Nato limaskapi.
Eygleiðarar vilja vera við, at Erdogan hevur fingið fleiri lyfti afturfyri at stuðla svenskum limaskapi í Nato eitt nú keyp av amerikonskum F-16 flogførum.
Tíðindini um svenska limaskapin í Nato koma kvøldið fyri Nato fund í Vilnius í morgin, har umboð fyri øll Nato londini luttaka teirra millum eisini amerikanski forsetin Joe Biden.
Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, segði við miðlar í kvøld, at hann og svenski forsætisráðharrin høvdu havt ein góðan fund við Erdogan, undan fundinum í Vilnus týsdagin. Enn restar so í at fáa Ungarn at taka undir við svenskum limaskapi. Stoltenberg sigur, at hetta fer eisini at laga seg.
Keldur: DR, CNN, NRK, SVT
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald