Uttanlands

Turkaland: Finnland má strika bannið

Turkaland bíðar enn eftir, at Finnland fer at strika bannið móti vápnaútflutningi til Turkalands, og tað er framvegis treyt fyri, at Turkaland skal góðkenna finska Nato-limaskapin, sigur turkiskur ráðharri

Mevlut Cavusoglu, turkiskur uttanríkismálaráðharri (Mynd: Reuters)

Mevlut Cavusoglu, turkiskur uttanríkismálaráðharri (Mynd: Reuters)

2022-12-06 20:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um Turkaland skal taka undir við finskum Nato-limaskapi, skal Finnland strika bannið móti at útflyta vápn til Turkalands, sigur turkiski uttanríkismálaráðharrin Mevlut Cavusoglu.

Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina hava bæði Finnland og Svøríki søkt um Nato-limaskap. Neyðugt er við undirtøku frá øllum 30 núverandi Nato-londunum, og nú eru bert Turkaland og Ungarn, sum mangla at góðkenna limaskapin hjá teimum báðum norðurlondunum, tó at Ungarn hevur boðað frá, at ungarska tingið fer at góðkenna limaskapin næsta ár.

Turkaland hevur fleiri ferðir boðað frá, at Svøríki og Finnland fyrst skulu ganga krøvum teirra á møti, m.a. um at strika bannið móti vápnaútflutningi til Turkalands, áðrenn landið fer at góðkenna teirra Nato-limaskap.

Eftir ætlan kemur finski verjumálaráðharrin, Antti Kaikkonen til Turkalands hósdagin, og tað er ein vitjan, sum hevur týdning, sigur Cavusoglu.

Hann sigur, sambært Reuters, at Turkaland væntar eina fráboðan frá Finnlandi um, at bannið verður strikað.

Les eisini: Turkiskur ráðharri: Ein góð byrjan men ikki nóg mikið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder