Í seinastu viku kom ein russisk rakettskipan til Turkalands, ið landið hevði keypt. Hetta hóvaði millum annað ikki USA, ið er saman við Turkalandi í NATO.
Les meira: Russisk rakettskipan komin til Turkalands
Nú hevur Turkaland skapt trupulleikar fyri ES. Mánadagin samtyktu uttanríkisráðharrarnir í ES eitt forboð (sanktiónir), so at Turkaland skuldi steðga við at bora eftir gassi við kýprotisku sjóvarstrendurnar. Kýpros og Turkaland eru grannar, og Kýpros er limur í ES.
Uttanríkisráðharrin í Turkalandi heldur lítið um avgerðina hjá ES - Mynd: EPA)
Uttanríkisráðharrin í Turkalandi, Mevlüt Çavusoglu, sló í gjár fast, at landið ongar ætlanir hevur um at steðga við hesum, og hann kallaði forboðið fyri virðisleyst. Çavusoglu segði eisini, at ætlanir eru um at útvíðka virksemi við Kýpros, soleiðis at Turkland fer at hava fýra skip í staðin fyri trý í eystara parti av Miðjarahavinum. Hetta skrivar AP tíðindastovan.
EU sigur, at talan er um ólóligt virksemi, tí talan er um kýpriotiskt øki, sum Turkaland borar í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald