Uttanlands

Turkaland skal framleiða mjøl úr russiskum hveiti

Mjølið verður síðani latið menningarlondum, sigur turkiski forsetin

Erdogan og Putin á fundi í Russlandi í august (Mynd: Reuters)

Erdogan og Putin á fundi í Russlandi í august (Mynd: Reuters)

2022-11-21 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku varð kornavtalan millum Ukraina, Russland, Turkaland og ST, sum stóð til at fara úr gildi um vikuskiftið, longd við 120 døgum, og Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan hevur nú gjørt eina nýggja avtalu við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Avtalan inniber, at Turkaland fer at framleiða mjøl úr russiskum hveiti og síðani lata tað ókeypis til menningarlond.

Endamálið er at minka um altjóða matvørukreppuna, skrivar tíðindastovan Reuters.

Les eisini: Kornavtalan millum Russland og Ukraina longd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder