2024-01-04 18:25
2023 var eitt serliga spennandi og gevandi ár í Tutl, og tí hildu vit tað vera áhugavert at samla tøl saman, soleiðis at tað er lættari at síggja heildarmyndina.
Útgávurnar hava verið fleiri enn nakrantíð, og tónleikarar í Føroyum hava havt nógv at gera. Vit hava útgivið í alt 138 útgávur í ár við 68 ymiskum listafólki. Tað eru 11,5 útgávur um mánaðin í miðal, og av hesum 68 listafólkunum vóru tað 17 sum góvu út fyri allar fyrstu ferð.
Eitt sera aktuelt og týdningarmikið evni kring heimin hevur verið javnsetan av kynunum innan tónleikavinnuna. Hetta arbeiða festivalar, feløg og aðrar felagsskapir við, altjóða, við at fokusera uppá stimbrandi workshops, panel kjak og annað, sum gevur fleiri kvinnum møguleikan at mennast og tora betur.
Í Tutl vóru 26 prosent av teimum útgevandi kvinnur (18 út av 68). Vit vóna at síggja hetta talið veksa í næsta ár, og fara at gera okkara part fyri at síggja tað henda.
Føroyska málið er nakað, sum vit hava sæð nógv til í okkara útgávum hetta árið.
Útav øllum 138 útgávunum vóru 87 av teimum á føroyskum.
Onkuntíð skal tónleikurin eisini tala fyri seg. Í 2023 vóru 13 instrumentalar útgávur í ymsum sjangrum útgivnar (klassiskt, jazz, elektroniskt).
Vit hava útgivið 107 stakløg og 31 heildarútgávur, har 20 av teimum komu út sum fysiskar fløgur/plátur: 10 LP, 5 CD og 5 LP+CD.
Afturat øllum tí nýggja, hava vit eisini havt tí frægd at endurútgeva/digitalisera tríggjar útgávur, og ímóti endanum av 2023 vórðu 7 jólaløg givin út.
Tutl - tøl í talvum niðanfyri
Tutl - tøl í talvum niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald