2021-04-12 17:50

Tvær ferðir í dag var boð eftir bjargingarbátinum Tanum, tá ein bátur hevði fingið maskintrupulleikar og tørvaði hjálp. Tað skrivar Vørn.
Fyrst varð boðað frá, at ein útróðrarbátur var staddur í Nólsoyarfirði og hevði brúk fyri sleipi. Tað var stutt eftir klokkan tíggju í morgun, og hálvan annan tíma seinni var Tanum komin á Havnina við bátinum.
Beint fyri klokkan eitt vóru aftur boð eftir bjargingarbátinum. Hesuferð var talan um ein bát, sum var staddur út fyri Eystnes. Tríggjar tímar seinni hevði Tanum sleipað bátin á Hvalvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald