2020-04-18 09:58
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um oljustuldur í Norðurøkinum.
Tann eina fráboðanin snúði seg um 750 litrar av dieselolju, sum varð stolin úr einum tanga á einum arbeiðsplássi á Borðoyavík. Hóast stuldurin varð fráboðaður í gjár, er hetta hent einaferð millum 23. mars og 8. apríl.
Tann seinna fráboðanin snúði seg um uml. 700 litrar av olju, sum vórðu stolnir úr einum tanga hjá einum privatum húsarhaldi.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey í løtuni onga ábending hava um, hvør hevur stolið oljuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald