Mentan

Tvær jólakonsertir við kórinum Glymur

Syngur í Mariukirkjuni í Havn mikukvøldið og í Gøtu kirkju hóskvøldið

Glymur (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Glymur (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-12-10 06:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og siður hevur verið frá byrjan, fer 41 ára gamla kórið Glymur undir árligu jólakonsertirnar komandi dagarnar.

Sangskráin verður fjølbroytt við føroyskum, enskum og donskum jólaløgum umframt nøkrum klassiskum kirkjutónaløgum.

Nøkur av løgunum verða a capella, onnur við klaver ella orgulfylgispæli.

Kórleiðari er Hans Olivur Joensen. Pianistur er Kim Hansen, og Gudmund Mortensen hevur orgulfylgispælið.

Tann fyrra konsertin verður í Mariukirkjuni í Havn mikukvøldið 11. desember klokkan 20.

Seinna konsertin verður í Gøtu Kirkju hóskvøldið 12. desember klokkan 20.

Høvi verður at lata eitt oyra til kirkjurnar báðar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder