"Becoming", ævisøgan hjá fyrrverandi forsetafrúuni, Michelle Obama, er í løtuni mest selda bókin í ár í Norðuramerika. Tað skrivar CNN.
Ævisøgan kemur framum bókina "Fire and Fury" hjá Michael Wolf. "Fire and Fury," sum snýr seg um fyrsta árið hjá Donald Trump í Hvítu Húsunum, vakti nógvan ans, tá hon varð givin út í januar í ár, og higartil hevur tann bókin selt fleiri enn 1 millión innbundin eintøk bert í Norðuramerika.
Alt árið hevur "Fire and Fury" ligið ovast á bestseller-listanum, men "Becoming" fór framum aftaná 15 dagar. Ævisøgan hjá Michelle Obama hevur higartil selt 1.122.618 innbundin eintøk síðan hon varð givin út tann 13. november.
"Becoming" er eisini tøk sum ljóðbók og ebók, og sambært forlagnum Penguin Random House, sum stendur aftanfyri útgávuni, eru fleiri enn 2 milliónir eintøk av bókini seld í Norðuramerika higartil.
Bókin er longu endurprentað fimm ferðir, og fimtu ferðina vóru 3.4 milliónir eintøk prentað í Norðuramerika.
Michelle Obama hevur ferðast runt í USA í sambandi við "Becoming", og á skránni eru eisini fleiri tiltøk uttanfyri USA. Eitt nú skal hon til London í morgin.
Ævisøgan hjá Michelle Obama liggur eisini sum nummar 1 á bestseller-listanum í eitt nú Bretlandi, Týsklandi, Fraklandi og Italia.
Forlagið Penguin Random House hevur eisini keypt rættindini til eina ævisøgu hjá Barack Obama um tíð hansara í Hvítu Húsunum.
Les eisini: Michelle Obama: Eg fari ongantíð at fyrigeva Trump
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald