Forlagið Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini "Sannar søgur“.
Bøkurnar í røðini siga á einfaldan hátt frá bíbliusøgum og søgum, sum onkursvegna taka samanum bíbilsk temu. Harafturat eru bøkurnar prýddar við vøkrum hugtakandi og fangandi myndum.
Bókin "Stormurin, sum steðgaði“, er um vælkendu bíbliusøguna, tá Jesus stillar stormin. "Heilt ótrúliga framúr frálíka veitslan í allar ævir“ er ein hugtakandi bók um himmalin, Jesus og heimsins bestu innbjóðing, skrivar Leirkerið í tíðindaskrivi.
Umframt hesar nýggju bøkurnar, eru hesar í bókarøðini: "Undrið klokkan eitt“, "Ein garður, eitt forhang og ein krossur“ og ein tilhoyrandi máli- og ítrivsbók.
Arni Zachariassen týddi bøkurnar til føroyskt. Bøkurnar fáast til til keyps á nethandlinum hjá forlagnum og í bókahandlunum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald