Løgmaður segði á tíðindafundi fríggjadagin, at nýggj epidemilóggáva er klár, og verður væntandi løgd fyri tingið í hesari vikuni.
Hetta hevur fingið nøkur at ressast við.
Jón Tyril skrivaði um vikuskiftið eina Facebook-støðudagføring, sum hevur elvt til nógv kjak. Eisini poltikarar luttaka í kjakinum.
- Vit eru framvegis eitt "high trust society". Tí haldi eg tað er ein stórur og fatalur feilur um løgtingið í vikuni fer at samtykkja víðkaðar heimildir til politiið, sum ikki eru neyðugar. Vit hava jú tak á støðuni og hava ikki tørv á at nýta vald ella harraboð, skrivar Jón Tyril.
- Í Danmark mælti smittuserfrøðin ikki til at samtykkja lógina, tí hon var ikki neyðug. Men ministarin valdi ikki at kunna fólkatingið um tað niðurstøðuna. Og í DK hava løgfrøðingar eisini mælt staðiliga ímóti at samtykkja lógina.
- At geva politinum heimildir at nýta vald og harraboð í sambandi við koronavirusin er at skifta frá áliti og samstarvi til illgruna og tvingsil. Vit hava offrað nógv í stríðnum móti Korona, men hetta er eitt offur, sum ikki er neyðugt í løtuni.
- So tit landsins kosnu, vinaliga ikki seta slíka lóg í verk nú! Og ikki yvirhøvur, uttan so at tað gerst tvingandi neyðugt, ljóðar í áheitanini frá Jón Tyril.
Bæði Bjørt Samuelsen, tinglimur hjá Tjóðveldi, og Ruth Vang, forkvinna og tinglimur fyri Framsókn hava viðmerkt støðudagføringina.
- Tað skulu ómetaliga góðar grundgevingar fyri, at seta í verk tvingsilslóggávu. Tað er stuttur vegur millum ovasta myndugleika og hvønn einasta borgara. Og sosiali kontrollurin er í topp. Vit mugu ikki seta í verk slíka lóggávu, sum í sera álvarsaman mun ger seg inn á fólkaræðið, bara tí at onnur lond gera tað, skrivar Bjørt Samuelsen millum annað.
Ruth Vang ávarar eisini í móti at seta slíka lóg í gildi.
- Um man við støðuni í Føroyum í løtuni velur at seta í verk tvangslóggávu - ongin er enn álvarsliga sjúkur - so verður slóðað fyri tvangslóggávu í nógvum samanhangum í framtíðini, skrivar Ruth Vang.
Bill Justinussen, tinglimur fyri Miðflokkin setur spurningin hvat man ger við tey, sum ikki virða sóttarhaldið.
- Men hvat ger man við fólk, sum ikki virða sóttarhaldið og eru úti millum fólk og seta onnur í heilsuvanda, tí tey sjálvi ikki hava virðing og álit á myndugleikunum, spyr hann.
Enn er ógreitt nær lóggávan kemur fyri tingið, tí enn eingin tingfundur lýstur at vera hesa vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald