Um middagsleitið í gjár varð tvær ferðir brúk fyri bjargingarbáti at sleipa ein bát, sum hevði fingið trupulleikar.
Fyrst varð boðað frá, at ein smábátur hevði fingið maskinskaða við aliringarnar undir Gulanum.
Bjargingarbáturin Tanum er á beding í løtuni, og verður væntandi ikki aftur á sjónum fyrr enn um tvær vikur, og tí varð arbeiðsbáturin hjá Tanum, Rescue Eyð, sendur út at hjálpa. Ein góðan tíma seinni hevði Eyð sleipað bátin á Havnina. Talan var um fyrsta útkall hjá Rescue Eyð, verður upplýst fyri Portalinum.
Stutt aftaná kom ein fráboðan um, at ein annar bátur hevði brúk fyri hjálp, skrivar Vørn. Báturin, sum var staddur tveir fjórðingar úr Borðoyarnesi, hevði fingið um skrúvuna.
Boð vórðu send eftir Rescue Ziska, og hálvanannan tíma seinni hevði Ziska sleipað bátin til Leirvíkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald