Innanlands

Tveir føroyingar innlagdir við koronasmittu

Tað vísa nýggjastu tølini frá myndugleikunum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-03-23 19:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir føroyingar eru nú innlagdir á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum. Tá Heilsumálaráðið í morgun kunngjørdi nýggjastu tølini, var ein innlagdur, men síðani tá, er ein persónur afturat innlagdur.

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, segði við Dag & viku í kvøld, at støðan hjá teimum báðum innlagdu ikki er hættislig. Aldurin á teimum er frá síðst í 30'inum og upp í 80 ár.

118 smittutilburðir av covid-19 eru staðfestir í Føroyum meðan 23 av hesum eru blivin frísk aftur. Fleiri enn 900 fólk eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder