Innanlands

Tveir koyrdu ávirkaðir

Tveir bilførarar í Havn eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av øðrum enn rúsdrekka

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-14 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir í høvuðsstaðnum.

Tann fyrri varð tikin beint áðrenn klokkan tíggju fyrrapartin, og tann seinni varð tikin beint áðrenn midnátt.

Báðir eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av øðrum enn rúsdrekka. Blóðroynd er tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder