Innanlands

Tveir leiðarar á Landsverki góvust í gjár

Framleiðsluleiðarin og og leiðarin á stjórnadeildini eru farnir heim

2019-11-08 13:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir av leiðandi persónunum á Landsverki eru farnir heim. Tíðindaportalurin vp.fo visti í morgun at siga, at talan er um Hans Albert Hansen, deildarleiðara á stjórnardeildini og Heðin Poulsen, deildarleiðara á Framleiðsludeildini.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, segði við útvarpið á middegi, at partarnir hava gjørt eina semju um, at leiðararnir skulu gevast, og at teir høvdu seinasta starvsdag í gjár.

Meira vil Sigurd L. Lamhauge ikki siga um málið, tí talan er um persónsmál. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder