Tveir mans vóru í dag tiknir upp úr sjónum av bjargingartyrluni hjá Atlatnsflogi.
Menninir fóru í flótidraktirnar og á bláman, tá bátur teirra fór at leka undir útróðri, einar fimm fjórðingar vestan fyri Sandoynna.
Tyrlan var skjót á staðnum, tók menninar upp, og fleyg teir til havnar, upplýsir vakthavandi á MRCC.
Menninir náddu sjálvir at ringja og biðja um hjálp áðrenn teir fóru av bátinum. Hetta var beint fyri klokkan 13 í dag. Óvist er hví báturin fór at taka sjógv inn.
Sum skilst er báturin ikki sokkin enn. Ein annar útróðrarbátur hevur fingið ein enda á, og bjargingarbáturin Rescue Arun er á veg úr Havn til staðið við pumpum fyri at vita, um tað ber til at bjarga bátinum í land aftur.
Av MRCC ynskja tey ikki í núverandi løtu at upplýsa hvør bátur talan er um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald