Innanlands

Tveir nýggir avloysarar í Heilsudeplinum við Skálafjørðin

Anne Bredhal-Glarbo og Jens Pauli Marstein verða í viðtalunum størsta partin av tíðini fram til summarfrítíðina. Eingin áhugi hevur verið fyri størvunum, tá tey hava verið lýst leys

2021-03-24 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru í nógvum pørtum av landinum trupulleikar við at fáa fastar kommunulæknar, og eitt av læknadømunum, har starv vað lýst leyst í februar, var tað við Skálafjørðin. Talan var um tvey føst størv, men eingin søkti. 

Les eisini: Lítil áhugi fyri leysu kommunulæknastørvunum

Í hesari vikuni eru tveir alvoysarar settir fyri komandi mánaðirnar ístaðin. Talan er um Anne Bredhal-Glarbo og Jens Pauli Marstein. Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

Anne Bredhal-Glarbo verður í viðtalu 3  frá 29. mars til 4. apríl, 19. apríl til 2. mai 2, 17. mai til 30. mai og 14. juni til 27. juni. Í øllum førum eru báðar dagar íroknaðir.

Jens Pauli Marsten verður í viðtalu 1 frá 5. apríl til 25. apríl, 3. mai til 23. mai, og  frá 31. mai til 20. juni 2021.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder