Innanlands

Tveir nýggir korona-tilburðir

Nú hava 187 føroyingar fingið korona-smittuna

2020-04-23 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir nýggir tilburðir av korona-smittu eru staðfestir í Føroyum hetta seinasta samdøgrið. Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Tað eru nú í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6.375 kanningarúrslit.

Í løtuni eru framvegis 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder