placeholder
Innanlands

Tveir nýggir tilburðir í gjár

Báðir persónar eru smittaðir í Føroyum, og í eina førinum er smittukeldan ókend – Talið á smittaðum er framvegis 28

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-03 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru tveir nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Báðir persónar eru smittaðir í Føroyum, og í eina førinum er smittukeldan ókend, skrivar corona.fo.

Samstundis eru tveir persónar afturat staðfestir frískir síðan í gjár, og er talið á smittaðum í løtuni framvegis 28.

2.191 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 60 fólk í sóttarhaldi.

Talið á innløgdum í gjár var tvey, men í dag stendur eingin at vera innlagdur longur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder