2020-10-15 19:11

Tveir nýggir tilburðir av covid-19 vóru staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Heilsumyndugleikunum, sum vóru dagførd seint seinnapartin.
Samstundis eru fýra aftruat vorðin frísk soleiðis, at tað eru níggju smittað í løtuni.
417 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 45 fólk eru nú í sóttarhaldi og eingin er innlagdur á Landssjúkrahúsinum við korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald