Teir hava føðingardag fyrsta dagin. Magnus á Stongum fyllir 74 30. januar og Jóan Jakku Guttesen fyllir 75 dagin eftir.
Tað má hátíðarhaldast, vóru tað nakrir sørvingar, sum hildu herfyri, og tey fingu stáplað eitt flott tiltak, ið varð hildið í gjárkvøldið í dansistovuni við Dungasand. Fólkini, ið vanliga skipa fyri smærri konsertum í Gamla skúla, høvdu pimpað gamla biograf- og veitslusalin upp, og bjóðaðu til fagnaðartiltak við røðum og nógvum góðum tónleiki.
Tað vóru tær lokalu kreftirnar, fyri tað mesta, sum stóðu fyri tónleikinum – alt sangir hjá og við teimum báðum nú tilkomnu harrunum, sum í ein mansaldur hava verið ímyndin av stílskapandi tónleikabólkinum Tinganest.
Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum saman við Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra
Tað er Tinganest, sum er upprunin til hugtakið ‘vágasound’, sum verður brúkt sum heitið fyri tónleikin og ljóðið, ið kemur úr Vágum, serliga úr Sørvági. Og sum onkur av røðarunum hevði á munni, so mann tað vera eindømi her á landi, at hava fingið eina heila tónleikasjangru uppkallaða.
Tað var fryntligi og lættsindi flogskiparin og oddamaðurin í Bláum Grasi, Jóhan Mikkelsen, sum bant hugnaliga kvøldið saman við smáum søgum og sagngi.
Tey, ið flutti fram røður vóru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, Uni Leitisstein Hansen, útvarpsvertur, vinmaðurin Erhard Jacobsen og at enda Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Øll hesi vístu á tað heilt serliga, sum Magnus og Jóan Jakku duga og hava lagt eftir seg. At kalla teir báðar fyri originalar, skal als ikki fatast neiliga, men sera jaliga.
Sum Uni Leitisstein Hansen vísti á, so vóru tað ikki so nógv í etableraðu tónleikavinnuni uttan fyri Vágarnar, sum høvdu tað stóra til ivurs fyri teimum báðum, tá Tinganest gav út fyrsta kassettubandið út í 1983, og sangir sum “Upp á tá” og “Vágagellan” komu sníkjandi inn í tilvitskuna hjá hvørjum føroyingi. Men tak teir í dag – teir hava hildið seg til sítt, hava ikki latið seg ávirkað av hissini rákum, sum hava verið frammi í tíðini – og hava skapt ein stíl, ið verður fagnaður kring alt Føroyaland, og av fólkum í øllum aldri, frá teimum 14 ára gomlu til tey langt oman fyri níti.
Uni Leitisstein Hansen
Landsstýriskvinnan setti teir (ella kanska var tað serliga Jóan Jakku) á somu hill, sum megnarskaldini Pól F. og Regin Dahl, og ognaði honum orðini hjá Pól F: “sum sól millum stjørnur tú ert”.
Sørvingurin Erhard Jacobsen, ið var partur av sama ungdómsumhvørvi, sum Magnus og Jóan Jakku, hugleiddi fyndugt um tíðina og tónleikin, bæði í verðini og í Sørvági tá.
At enda á kvøldinum bar Eyð Eidesgaard, borgarstjóri, fram eina kvøðu og handaði gávur frá kommununi. Takkaði teimum, serliga fyri støðugt at megna at “vekja sørvingin í okkum øllum”. Hóast báðir tveir hava búleikast uttan fyri postnummar 380 ein stóran part av lívinum, har teir hvør í sínum lag eisini hava gjørt seg galdandi í lokalumhvørvinum, so eru báðir eitt livandi prógv um, at tú “kanst taka sørvingin úr Sørvági, men ongantíð taka Sørvág úr sørvinginum”.
Tónleikaliga var kvøldið hugtakandi á mangan hátt. Onkursvegna er tað oftani soleiðis, at ein fær eyguni upp fyri staklutum í tónleikinum og serliga tekstinum, tá onnur framføra sangirnar, sum ein kanska ikki leggur til merkis, tá sangirnir verða framførdir av teimum sum eiga sangirnar.
Garpar
Allir sangararnir høvdu gjørt sær ómak við at framføra ein hjá Magnusi og ein hjá Jóan Jakku í útgangsstøði.
Vit hoyrdu systurson Magnusar, Jóhan Mikkelsen, framføra “Goaland” og “1904”. Sámal Ravnsfjall kom við “Øskudólgur” og “Jung, Freud og From”. Hip um Haps “Summarsunnumorgun” og “Librium og valium”. Og Blátt Gras sungu “Cajun Baby” og “Nú má tað vera”.
Eftir ein støðg, stóð eitt vælklætt manskór við sørvingum á pallinum, Garpar, og teir sungu m.a. “Válandi heim”. Beiggi Magnus, Jákup á Stongum við orkestri framførdi “Kom heim” og “Elskaða kvinna”, Holgar Jacobsen og Næturljóð framførdu “Hvar eg enn eri” og “Síðsti dansur” áðrenn Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen trinu á pallin sum teir seinastu. Eyðun framførdi “Tá vit funnu saman” og “Annan Sang” við einum heldur øðrvísi lagi, ið hann sjálvur hevur gjørt, og stjúksonur Jakkans, Terji, framførdi “Betri kós” og “Stíg í Stórum”.
Teir fingu eisini høvi til at spæla eitt eykanummar, sum gjørdist “Upp á tá”, men tá var tað meira fjøldin, ið sang fyri, enn teir báðir.
Til síðst, tá høvuðspersónarnir vórðu komnir upp á pall til at taka ímóti fólksins fagnaði, so vórðu Stongum og Guttesen sjálvandi eisini noyddir at syngja nakrar sangir, og tað tað gjørdist tann stóri endabresturin við m.a. “Babbar (mugu ikki forstýrast)”, “Bygdafrell”, “Eftir 1001 nátt”, “Minnist tú (Skeivur sum ein hani)” og sjálvandi “Válandi heim”.
Eitt sera væleydnað, heiðurligt og væl uppiborið kvøld.
Myndirnar hevur Jóanes Albert Nielsen tikið. Nógv fleiri myndir á jn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald