Frágreiðingin byggir á spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demens, sum í høvuðsheitinum eru makar ella vaksin børn. Líknandi kanning var gjørd í 2020.
Tað er Alzheimerfelagið, ið hevur umbiðið kanningina. Endamálið er at lýsa, hvussu gerandisdagurin hjá familjum verður ávirkaður av demenssjúkuni, t.v.s. um avvarðandi uppliva fíggjarligar, sosialar og heilsuligar avleiðingar av leiklutinum sum avvarðandi. Eisini var kannað, hvørji tilboð avvarðandi og persónurin við demens hava fingið bjóðað og teirra nøgdsemi við hesi í samband við demenssjúkuna.
Kanningarúrslitini vísa millum annað, at:
- Tveir triðingar svara, at heilsan hjá teimum er ávirkað, serliga við at uppliva strongd og svøvntrupulleikar
- Fýra av tíggju svara, at arbeiðslívið er ávirkaða, serliga vaksin børn, sum eru avvarðandi. Ein triðingur svarar, at tey hava takkað nei til nýggjar møguleikar á yrkisleiðini ella at vera farin niður í tíð.
- Fjórði hvør svarar, at leikluturin sum avvarðandi ávirkar fíggjarstøðuna. Serliga hjúnafelagar merkja ávirkan á fíggjarstøðuna við lægri inntøkum og hægri útreiðslum.
- Meira enn helvtin sigur, at leikluturin sum avvarðandi førir við sær tvístøður í familjuni, sum serliga snúgva seg um ymisk sjónarmið í mun til handfaring av sjúkuni, um hvussu sjúkur persónurin við demens er, og um hvussu tosað verður við persónin við demens.
- Tað er fleiri persónar við demens, sum ikki fáa bjóðað ávís tilboð. Hettar kann vera orsaka av, at tilboðið ikki kemur fram, ella at tilboðið ikki er í økinum, sum persónurin býr
- Tað er ymiskt, hvussu væl avvarðandi meta, at persónurin verður stuðlaður av teimum tilboðum, sum hann hevur fingið bjóðað. Avvarðandi hava svarað, at tað er serliga dagtilboð/virkistilboð, sum persónurin við demens í stóran mun er stuðlaður av (41%).
- Avvarðandi føla seg ikki í stóran mun stuðlað av tilboðum, sum eru rættað teimum
Niðurstøðan frá kanningini er, at leikluturin sum avvarðandi framhaldandi ávirkar gerandisdagin, og heilsustøðan er á leið tann sama sum í 2020. Hóast ábøtur vísa úrslitini, at tað framvegis eru nógv tilboð, sum persónar við demens ella teirra avvarðandi ikki fáa bjóðað, ella sum avvarðandi meta ikki stuðla persóninum við demens ella teimum sjálvum nóg væl.
Alzheimerfelagið hevur, saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum og Sáru Skylv Reinert, námslektara á Fróðskaparsetri Føroya staði fyri kanningini.
Til ber at lesa alla frágreiðingina um kanningina her.
Alzheimerfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald