Í gjár hevði løgreglan eitt málrættað átak í Klaksvík, har prutl vórðu kannað, og í hesum sambandi vórðu tveir prutlførarar skrivaðir fyri fleiri lógarbrot.
Hvørgin hevði koyrikort til prutlið, og tann eini hevði heldur ikki aldur til at koyra prutl.
Umframt hetta vórðu prutlini bygnaðarbroytt og koyrdu munandi skjótari, enn loyvt var.
Tann eini førarin koyrdi á stórum prutli, sum í mesta lagi sleppa at koyra 45 kilometrar um tíman, og hin koyrdi á lítlum prutli, sum hava loyvi at koyra í mesta lagi 30. Men hesi bygnaðarbroyttu prutlini vóru før fyri at koyra ávikavist 88,4 kilometrar og 73,7 kilometrar um tíman.
Av tí at tann eini førarin ikki hevði aldur at koyra, fær eigarin av prutlinum eisini eina bót, og tilsamans bleiv tað til sjey bøtur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald