Í gjár var ein stórur dagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí fyri fyrstu ferð í søguni eru tveir radiografar settir í starv.
Hetta skrivar Suðurrás.
Í fjør varð ein CT-skannari keyptur til Suðuroyar Sjúkrahús í fjør, men tað hevur ikki verið møguligt at tikið hann í nýtslu, tí at ongir radiografar hava verið í starvi á sjúkrahúsinum.
Seint í fjør varð søktu eftir radiografum, og nú eru Babra Mirza og Torkil Lund Clausen byrjaði í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tey skulu beinanvegin í gongd við at fyrireika nýggju tænastuna, ið Suðuroyar Sjúkrahús í framtíðini kann bjóða suðuroyingum og øllum føroyingum, skrivar sudurras.fo
Barba Mirza og Torkil Lund Clausen (Mynd: sudurras.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald