"Sirm" og "Longsul" eru seinastu løgini á EP'ini TVEY hjá Safir. Og nú leita teir sær aftur á kærleiksslóðina.
Sangurin "Longsul" snýr seg um eina samantvinning av heimlongsli og tráan eftir kærleika, meðan "Sirm" snýr seg um mistan kærleika og afturlit.
Bæði løgini hevur Safir innspælt í FH-Studio í Havn. Á "Longsul" spæla eisini Rógvi á Rógvu á trummum og slagverki, Arnold Ludvig á bass og Finnur Hansen á tangentljóðføri, slagverk og kór.
Á "Sirm" spæla Rógvi á Rógvu á slagverk, Uni Debes á sologittar og Finnur Hansen á tangentljóðføri, slagverk og kór.
Øll løgini á EP'ini TVEY eru løgd til rættis og framleidd av Finni Hansen og Safir. Finnur Hansen hevur tikið upp, ljóðblandað og mastrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald