2020-10-22 13:39
Tveir nýggir tilburðir av covid-19 vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Tann eini persónurin er komnir til Føroya úr øðrum londum, meðan hin persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
590 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Í løtuni eru 17 persónar staðfestir positivir við covid-19.
Eingin er innlagdur í sambandi við koronavirus.
Les eisini: Sóttarhaldstíðin sett niður í 10 dagar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald