Innanlands

Tveir tilburðir í gjár

Tilburðirnir hava samband við hvønnannan, men tað er ikki greitt hvør smittukeldan er

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-06-18 11:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í teimum 721 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísa tølini hjá landslæknanum.

Báðir tilburðirnir hava samband við hvønnannan, men tað er ikki greitt, hvør smittukeldan er. 

Fýra persónar eru staðfestir frískir aftur eftir at hava verið staðfestir positivir við koronu, og sostatt eru tað nú 15 fólk, sum í løtuni eru positiv.

39 fólk eru í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder