Fríggjakvøldið varð boðað frá, at fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson fór at gevast sum limur í bretska tjóðartinginum alt fyri eitt, og síðani hava tveir aðrir tjóðartingslimir í konservativa flokkinum boðað frá, at teir eisini gevast.
Talan er um Nigel Adams og Nadine Dorries, sum bæði hava verið ráðharrar undir Boris Johnson.
Sambært Nadine Dorries er orsøkin frágreiðingin um, hvørt Boris Johnson villleiddi tingið í sambandi við sonevndu partygate-gøluni, sum hon hevur fingið innlit í.
Innihaldið í frágreiðingini verður væntandi almannakunngjørt ein av komandi vikunum, skrivar DR.
Boris Johnson segði fríggjadagin, at tað var keðiligt at skula gevast sum tjóðartingslimur, men at hann kendi seg noyddan at fara frá.
Les eisini: Boris Johnson gevst sum tjóðartingslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald