2020-10-23 10:52
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjárkvøldið, beint áðrenn klokkan 21, vórðu tveir ungir menn tiknir fyri brot á rúsevnislógina uttanfyri ein stovn í Hoyvík.
– Báðir høvdu gjørt sær dælt av hashi og øðrum hørðum rúsevnum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum leggur afturat, at teir vórðu rættiliga ávirkaðir, tá løgreglan kom fram á teir.
Løgreglan hevur lagt hald á rúsevnini, og menninir, sum eru um 19-20 ára aldur, eru skuldsettir fyri brot á rúsevnislógina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald