Innanlands

Tvey afturat fingið smittuna síðan í gjár

Men samlaða talið av smittaðum er bara hækkað við einum. Nú eru 74 frísk og trý innløgd

Tríggir sjúklingar eru í løtuni innlagdir við korona smittu (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Tríggir sjúklingar eru í løtuni innlagdir við korona smittu (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-31 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir nýggir tilburðir av koronasmittu eru staðfestir í Føroyum hetta seinasta samdøgrið. Hetta er lægsta talið avnýggjum smittaðum síðan smittan tók ferð á seg 13. mars.

Nú eru 169 føroyingar tilsamans, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4.065 kanningarúrslit. Úrslitið fyri seks kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru í alt 74 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.

Tríggir persónar við koronasmittuni er innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder