
Løgreglan hevur skrásett tvey brot á vápnalógina í sambandi við hendingina, sum fór fram á Vestmannavegnum seinnapartin sunnudagin, tá farleiðin til Vestmanna var stongd í fleiri tímar orsaka av, at løgreglan hevði støðgað einum bili.
Løgreglan er framvegis kørg við upplýsingum um hendingina, men kann siga so mikið, at talan er um ein mann miðskeiðis í tríatiárunum. Upplýst verður eisini, at tvey mál eru upprættað, sum snúgva seg um brot á vápnalógin, og í hesum føri hevur løgreglan lagt hald á minst eitt skotvápn við tilhoyrandi lóðuri.
Maðurin er ikki fongslaður, men sum vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur: "undir eftirliti av øðrum myndugleika".
Les eisini: - Bilførarin hevði skotvápn í bilinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald