Innanlands

Tvey ferðsluóhapp á vegamótum í Havn í gjár

Í eina førinum vóru tríggir bilar íblandaðir – í hinum førinum var ungur maður árendur á gonguteigi

Tað kann vera trupult at síggja fólk, sum skulu til gongu yvir um vegin her. Serliga tá sýnið er so vánaligt, sum tað var í gjár (Mynd: Google)

Tað kann vera trupult at síggja fólk, sum skulu til gongu yvir um vegin her. Serliga tá sýnið er so vánaligt, sum tað var í gjár (Mynd: Google)

2023-11-23 08:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíbetur hendi ongin álvarsligur mansskaði tá tvey óhapp hendu í ringa veðrinum og vánaliga sýninum í Havn seinnapartin í gjár.

Heilir tríggir bilar vóru íblandaðir í einum ferðsluóhappi, sum hendi á vegamótinum Grønlandsvegur/Jóanesar Patursonar gøta í vesturbýnum umleið klokkan 16.

Tað var ein bilur, sum kom oman eftir Grønlandsvegnum, sum yvirsá ein annan bil, tá hann skuldi út á J. Patursonar gøtu.

Bilarnir stoyttu so mikið hart saman, at bilurin, ið ikki helt sína víkiskyldu, varð slongdur inn í ein triðja bil, sum eisini stóð og bíðaði eftir at sleppa út á J. Patursonar gøtu.

Tíbetur hendi ongin persónsskaði, men ein av bilunum fekk so mikið stóran skaða, at hann ikki kundi koyra, og tí mátti boð sendast eftir hjálp fyri at fáa bilin fluttan.

Bilførarin, sum ikki helt sína víkiskyldu, fær klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.

Árendur á gonguteigi

20 minuttir eftir hesa hendingina, var ein annar tilburður í ferðsluni, sum eisini kundi verið álvarsligari, um illa visti til.

Tað var á vegamótinum Gundadalsvegur/R. C. Effersøes gøta í Gundadali, har tveir bilar stóðu og bíðaðu eftir at sleppa út á nógv trafikeraðu R. C. Effersøes gøtu.

Vindur, regn og myrkur var og tí vánaligt sýni. Tá ein bilur vendi inn á Gundadalsvegin við ørindum til Gundadalshøllina, varnaðist bilførarin ikki ein ungan mann, sum rann yvir um fótgangarateigin millum teir báðar fremstu bilarnar, sum stóðu í bíðirøðini á Gundadalsvegi.

Bilurin koyrdi á unga mannin, sum varð slongdur upp á motorhjálmin. Bilførarin valdi at taka árenda unga mannin upp í hjá sær, og koyrdi beina leið á skaðastovuna fyri at fáa hann kannaðan.

Tað var ikki fyrr enn eftir at hann var komin á skaðastovuna, at bilførarin boðaði løgregluni frá.

Sambært vaktleiðaranum verður ikki meira gjørt í hesum málinum.

- Men eitt ynski kundi verið, at fólk nýta endurskin hesa tíðina á árinum, nú sýnið kann vera ógvuliga vánaligt. Tað kundi møguliga havt hjálpt í hesum førinum, sigur vaktleiðarin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder