Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í dag

Bert talan um materiellar skaðar

2020-06-13 14:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey ferðsluóhapp hava verið í Norðurstreymoy í dag. Tíbetur bara við materiellum skaða og uttan persónsskaða.

Fyri løtu síðani nurtu tveir bilar við hvønn annan beint uttan fyri Leynatunnilin, leynamegin.

Talan var ikki um nakran álvarsligan tilburð, upplýsir vakthavandi á politistøðini, men annar bilurin mátti flytast av staðnum – hann kundi ikki koyra sjálvur, tí annað forhjólið hevði fingið skaða.

Beint eftir 10-tíðina fyrrapartin rendu tveir bilar saman á vegakrossinum út á landsvegin í Streymnesi. Eisini her var talan einans um materiellan skaða.

Løgreglan kannar málið, og væntandi verður annar bilførarin skuldsettur fyri ikki at hava hildið treytaleysu víkiskylduna, sigur vakthavandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder