
Í gjár skrásetti løgreglan tvey ferðsluóhapp. Eitt í Havn, og eitt í Vágum.
Tað fyrra óhappið hendi um klokkan átta um morgunin. Talan var um ein bilførara, sum ikki helt víkiskylduna, og tí rendi hann á ein annan bil.
Eingin fólkaskaði stóðst tó av hesum, av tí at bilurin ikki koyrdi við nógvari ferð, og tí var bert ein lítil materiellur skaði.
Seinna óhappið hendi um 23-tíðina í gjárkvøldið. Her var talan um ein bilførara, sum royndi at snara undan einum hundi, sum var farin út á vegin. Førarin misti tamarhaldi á bilinum og rendi á eini hús.
Heldur ikki her var nakar fólkaskaði, men tó var stórur materiellur skaði.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at bilurin fór í knús, og at klædningurin á húsunum eisini fekk skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald