Í morgun varð boðað frá tveimum ferðsluóhappum, eitt við Norðskálatunnilin og eitt við Vesturkirkjuna í Havn.
Klokkan 8.17 fekk løgreglan eina fráboðan um, at tveir bilar stoyttu saman 450 metrar frá tunnilsmunnanum, Norðskálamegin. Ein persónur var í hvørjum bili, og vórðu teir fluttir á Landssjúkrahúsið. Talan var um ein mann og eina kvinnu.
Løgreglan veit ikki, hvussu støðan hjá teimum báðum bilførarunum er, men teir høvdu tó ikki nógvar sjónligar skaðar. Bilarnir fingu tó stóran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Hann leggur afturat, at tað ikki ber til at siga, hví óhappið hendi, tí avhoyringar eru ikki gjørdar enn.
Í morgun var eitt sonevnt soloóhapp eisini við Vesturkirkjuna í Havn. Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, endaði av einhvørjari orsøk við at fara útav vegnum.
Talan var ikki um eitt álvarsligt óhapp. Sum skilst var eingin skaði, men málið verður kannað víðari, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at einki bendir á, at førarin var ávirkaður.
Dagførd kl. 10.24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald