Innanlands

Tvey fingið staðfest korona og tvey staðfest frísk

181 føroyingar tilsamans hava fingið staðfest covid-19 meðan 93 av hesum eru frísk aftur

2020-04-04 08:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru nú í alt 181 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4800 kanningarúrslit. Tilsamans 147 kanningar vóru gjørdar í gjár.

Úrslitið fyri fýra kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag, sigur Heilsumálaráðið í morgun.

Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Í løtuni eru 93 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Tveir persónar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Hetta vil siga, at talið av sonevndum aktivum tilburðum stendur í stað, og tað eru framvegis fleiri vorðin frísk enn tað eru sjúk í løtuni. 88 smittutilburðir eru í løtuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder