Innanlands

Tvey fluttu til Danmarkar - seks fluttu heimaftur

Barbara og Gunnar fingu tvær ferðir tvíburðar í tíðini í Aalborg

2020-05-13 19:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 2013 fluttu Barbara Tausen og Gunnar í Dali til Danmarkar í lestrarørindum. Tey fluttu til Aalborg, har Gunnar fór í læru sum elektrikari og seinni el-installatørur - Barbara fór undir útbúgving sum námsfrøðingur. Í byrjanini búleikaðust tey sum lesandi flest, men skjótt fóru tey at hugsa um, at tað hevði veri spennandi at fingið sær børn. Tey hugsaðu, at tey saktans megnaðu at hava børn, meðan tey vóru undir lestri.

Tey fægstu, komandi foreldrini hugsa um hvørji sannlíkindini fyri at fáa eitt barn, ella tvíburar eru, og tað gjørdu Barbara og Gunnar heldur ikki. Ikki tí, mamman hjá Gunnari er eineggjaður tvíburi og eisini eru tvíburar á síðuni hjá Barbaru.

Tað gjørdist tó skjótt greitt, at Barbara gekk við tvíeggjaðum tvíburum og í 2015 fingu tey bæði døturnar Rúnu og Rósu. Hóast avbjóðingin var stór, so megnaðu Barbara og Gunnar at røkja útbúgvingina. Skjótt gjørdist tó neyðugt at flyta í størri íbúð. Teimum dámdi væl í Danmark og tey hugsaðu ikki so nógv um at flyta heimaftur, tá Barbara aftur gjørdist uppá vegin. Tað ótrúliga ið aftur hendi, var at Barbara enn einaferð gekk við tvíburum.

Tá gjørdist Barbara skjótt greið yvir, at hetta fór at vera í so trupult hjá unga parinum at megna einsamalt og hon og Gunnar gjørdist tískil skjótt samd um, at leita sær heimaftur á klettarnar, har meginparturin av familjuni er.

Gunnar er úr Trongisvági, meðan Barbara er fødd í Havn og uppvaksin í Hoyvík. Áðrenn Barbara fekk børn, hevði hon ikki droymt at flutt til Suðuroynna, men eftir at børnini komu, so broyttist tað hjá henni. Tey vóru bæði samd um, at tað snúði seg fyrst og fremst um at fáa gerandisdagin at ganga upp og tað kundi hann eins væl í Suðuroynni, sum nakra aðrastaðni í Føroyum. Foreldrini hjá Gunnari búgva í Trongisvági og tey hjá Barbaru búgva í Hovi.

Um tað skuldi verða í Suðuroynni, so vildi Barbara einans til Tvøroyrar, tí har eru tey flestu og bestu tilboðini, sambært henni, og tað var eingin trupulleiki at fáa trongisvingin Gunnar við uppá tað.

Í januar í ár fluttu Gunnar og Barbara til Tvøroyrar. Við sær høvdu tey Rúnu og Rósu og so nýføddu tvíburðarnir, ið nú hava fingið nøvnini Rani og Rita. Tey bæði, ið fluttu til Danmarkar í 2013, vóru nú vorðin til eitt húsarhald uppá seks. Hóast tey framvegis sakna nakað av gerandisdegnum í Danmark, so trívast tey sera væl á Tvøroyri. Barbara hevur fingið starv í nýggja barnagarðinum í Trongisvági og Gunnar stríðist við seinasta partin av útgbúgvingini. Hetta við at ansingarpláss var til børnini og at til bar at fáa eitt viðkomandi starv, hevur eisini havt nógv at siga hjá teimum. Tað allarbesta er tó, at familjan er nær og tað virðismeta tey sera høgt.

Meðan Barbara og Gunnar njóta børnini og ta vøkru, føroysku náttúruna, so droyma tey bæði um at at byggja sær teirra egna hús, í nærmastu framtíð. Tey gleða seg eisini til at samfelagið gongur sína vanligu gongd aftur og mongu, spennandi mentanartiltøkini á Tvøroyri taka seg upp aftur.

Tvøroyrar kommuna ynskir familjuni hjartaliga vælkomna til Tvøroyrar og vónar at hon fær eina bjarta og gevandi framtíð í okkara deiliga býi.

Tvøroyrar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder