2020-02-28 16:17
Tvey fólk eru kannað fyri coronavirus í Føroyum. Hetta veit útvarpið seinnapartin.
Enn er úrslitið ikki greitt. Ein tilbúgvingarbólkur við Shahin Gaini, serkækna og umboðum frá Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, situr á fundi í løtuni. Men enn er ikki meira at frætta.
Aður hevur verið nevnt, at tað tók fýra tímar at staðfesta smittuna, men tað tekur helst longri tíð enn tað, visti útvarpið fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald