Í annaðkvøld, týskvøldið 18. oktober klokkan 19.30 verður konsert í Gøtu Kirkju.
St. Nicolais dreingja- og manskór, er í Føroyum í løtuni m.a. fyri at vitja Gøtu Kirkju Ungdómskór. Kórini hava tí eina felags konsert.
Gestirnir sleppa tó sjálvandi mest framat, men Gøtu Kirkju Ungdómskór fer eisini at framføra nakað av tí, sum kórið arbeiðir við í løtuni, og eisini framføra bæði kórini okkurt saman, so tá verður talan um eitt rættiliga stórt kór við uml. 70 sangarum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Gøtu kirkju.
St. Nicolais dreingja- og manskór stuðlar sálmasanginum til gudstænasturnar 2. hvønn sunnudag, men heldur eisini regluligar konsertir. Kórið er samansett eftir enskari fyrimynd. Hetta merkir, at tær ljósu altrøddirnar verða sungnar av kontratenorum (menn) og dreingjum, um røddin ikki er komin í yvirgangs aldurin.
Kórið telur uml. 40 dreingir og menn, sum leggja stóran dent á at framføra kórsang á høgum støði.
Til konsertina fer dreingja- og manskórið m.a. at framføra verk eftir m.a. G.F. Händel, César Franck, Carl Nielsen, Franz Schubert, og Niels La Cour.
St. Nicolais dreingja- og manskór
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald