Innanlands

Tvíburar hittast á markinum til kaffimunn

Markastongsulin forðar teimum ikki at hittast – í hóskandi frástøðu – minst eina ferð um vikuna

(Mynd: nrk.no)

(Mynd: nrk.no)

2020-04-09 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brøðurnir Pontus og Ola Berglund hittast á brúnni yvir Svinesund. Miðskeiðis á brúnni er ein hvít strikað málað niður í koyribreytina. Tað er markið millum Svøríki og Noreg.

Teir báðir hava markalinjuna millum seg tá teir hittast í hóskandi frástøðu. Landamarkið millum Noreg og Svøríki er stongt. Men brøðurnir mugu hittast við jøvnum millumbili. Tað er neyðugt, siga teir, tí teir eru eineggjaðir tvíburar.

Koronavirusið hevur skilt tvíburarnar frá hvørjum øðrum. Ola býr í Halden í Noregi og Pontus í Strömstad í Svøríki.

- Tá vit sita her á brúnni heilast eggið aftur, siga teir skemtandi.

Vanliga tosa teir í telefon saman hvønn dag og hittast eina ferð um vikuna. Men síðan 17. mars hevur ikki verið møguligt hjá teimum at vitja hvønnannan, tí fara teir um markið skulu teir 14 dagar í sóttarhald.

- Vit eru góðir vinir, og kenna á okkum, at tað ikki er nóg mikið at tosa í telefon. So leingi markið millum Svøríki og Noreg er stongd, hittast vit her á brúnni hvønn leygardag klokkan 11 og drekka ein kaffimun saman, siga teir sambært nrk.no.

Løgregla og heimaverja standa á markinum og kanna tey, sum fara yvirum. Ikki øll, sum fara yvir markið, skulu í sóttarhald. Tey sum pendla – arbeiða hinu megin markið – sleppa undan og eisini onnur, sum mugu fara yvir um, herundir fólk, sum eiga summarhús hinu megin markið, skrivar nrk.no.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder