Mentan

Tvífaldur Oscarvinnari í Filmsfelagnum

Tað verður Pál Weihe, professari, sum fer at innleiða sýningina við "The Father" um aldrandi mannin við azheimers – Filmurin verður vístur mikuvkøldið 2. juni

2021-05-26 22:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 2. juni fer Pál Weihe, professari, at innleiða sýningina við “The Father” í Filmsfelagnum.

Tvífaldi Oscarvinnarin, “The Father”, er ein av hægst mettu nýggju filmum á marknaðinum beint nú. Í filminum er Anthony (Anthony Hopkins) aldrandi mentamaður, sum lurtar eftir operu, spælir klassiskan tónleik og lesur røttu stóru bókmentirnar.

Men Anthony hevur Alzheimer sjúkuna, sum er ein stór avbjóðing hjá umsorganarfullu dóttrini, Anne (Olivia Colman), ið altíð er um pápan og roynir at lata hann vera heima í kenda umhvørvinum, so leingi til ber. Men Anthony styggir øll frá sær, bæði familju og røktarfólk, tí fatanin av gerandisdegnum og veruleikanum verður avskeplað. Nú noyðist dótturin at taka eina trupla avgerð.

Filmurin byggir á samnevnda sjónleikin hjá Florian Zeller, sum eisini hevur leikstjórnað filmin. Oscarvirðislønta filmshandritið hevur Christopher Hampton skrivað. Tað var eisini hann, ið skrivaði "Atonement" og "Dangerous Liaisons".

Anthony Hopkins vann Oscarvirðislønina fyri júst henda leiklutin, “The Father”, og í 1992 fyri høvuðsleiklutin sum dr. Hannibal Lecter í The Silence of the Lambs.

Les eisini: Elsti sjónleikari at fáa eina Oscar-virðisløn

Olivia Colman vann í 2019 Oscarvirðislønina fyri høvuðsleiklutin í "The Favourite".

Sýningin er, eins allar aðrar í Filmsfelagnum, opin fyri almenninginum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder