Mentan

Elsti sjónleikari at fáa eina Oscar-virðisløn

83 ára gamli Anthony Hopkins vann í nátt virðislønina í bólkinum "Besti mannligur høvuðsleikari"

Anthony Hopkins (Mynd: EPA)

Anthony Hopkins (Mynd: EPA)

2021-04-26 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt, í sambandi við 93. Oscar-handanina, var tað bretski sjónleikarin Anthony Hopkins, sum fór av stað við virðislønini fyri "Besti mannligur høvuðsleikari".

Hann vann fyri leiklut sín í filminum "The Father", har hann spælir ein maður, sum er raktur av demens. Hann var ikki møttur upp til handanina í Los Angeles.

Les eisini: "Druk" fekk ein Oscar

Anthony Hopkins er 83 ár, og er hann sostatt elsti leikarin, sum hevur vunnið eina Oscar-virðisløn. Anthony Hopkins hevur nú sligið metið hjá Christopher Plummer, sála, sum vann fyri besta mannliga hjáleiklut í 2012, tá hann var 82 ár.

Áðrenn handanina varð annars gitt, at Chadwick Boseman, sum doyði av tarmkrabba í august í fjør, fór at fáa virðislønina fyri "Besti mannligur høvuðsleikari".

Chadwick Boseman, sum gjørdist 43 ára gamal, varð tilnevndur fyri leiklut sín í filminum "Ma Rainey's Black Bottom". Tá Golden Globe virðislønirnar vórðu handaðar í februar, vann hann í bólkinum "besti mannligur sjónleikari í einum dramafilmi".

Sjónleikarayrkisleiðin hjá Anthony Hopkins strekkir seg yvir næstan seks áratíggju, og helst er hann best kendur sum Hannibal Lecter í "Silence of the Lambs" frá 1991. Eisini fyri hendan filmin fekk hann eina Oscar-virðisløn fyri at vera "Besti mannligur høvuðsleikari".

Yvirlit yvir øll tey, sum fingu ein Oscar í nátt sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder