Innanlands

Tvingaðu mann at flyta pening: Trý ungfólk leyslatin

Hava sitið varðhaldsfongslað í tvær vikur, skuldsett fyri rán og frælsistøku

(Mynd: Politi)

(Mynd: Politi)

2021-04-27 13:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ikki mett at verða neyðugt leingja varðhaldsfongslingina av teimum trimum fólkunum, sum eru skuldsett fyri rán og frælsistøku. Fólkini, sum eru fyrst í 20’unum hava sitið í varðhaldi í tvær vikur.

Hetta veit útvarpið í dag.

Málið snýr seg um at ein maður á einum gistingarhúsi í Havn sunnumorgunin tann 11. apríl við harðskapi, skal hava verið tvungin at flyta pengar á eina kontu, sum ikki var hansara egna. Hann visti hvørji hesi fólkini vóru, sum framdu harðskapin og rændu pengarnar.

Løgreglan er um at vera liðug við kanningararbeiði, og tí var ikki neyðugt at biðja rættin um at varðhaldsfongsla tey longur.

Ein onnur kvinna varð eisini skuldsett í málinum, men varð ikki varðhaldsfongslað. Tey hava øll noktað seg sekan, men onkur segði seg vera partvís sekan, segði løgreglan tá fólkini fyri tveimum vórðu varðhaldsfongslað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder