Seinastu árini hevur hann givið fimm krimiskaldsøgur út, og nú hevur hann latið í hondum eina barnabók.
Klaksvíkingurin Steintór Ramsmussen eigur hugskotið til søguna um Tvøra og Tvassa, ið hann eisini hevur skrivað.
Tað er unga Eydna J. Steinberg av Viðareiði, ið hevur myndaprýtt nýggju bókina, sum Innskot nú gevur út.
Talan er um eina søgu um tað umvendu verð, har flest allir leiklutir eru vendir á høvdið. Børnini klára alt sjálv. Tey keypa inn, gera mat og ansa eftir foreldrunum.
Í Tvøra og Tvassalandi sært tú hús liggja á liðuni, bilar flóta á sjónum og bátar uppi í luftini. Men kortini líkist gerandisdagurin okkara.
Tvøri og Tvassa er ein myndabók, sum er ætlað børnum í aldrinum 2 til 6 ár. Tó kunnu skúlabørn í yngstu flokkunum eisini práta um søguna og fáa ymsikan stuttleika burturúr tekningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald