Matvøruhandlarnir í býnum hava opið sum vanligt og mangla ikki vøru. Hetta staðfestir Tvøroyrar kommuna, sum hevur verið í samband við Bónus, FK og "Elsa".
- Har er eingin undantaksstøða, og fólk nýtast ikki at leggja óneyðugt inn undir seg av vøru. Somuleiðis vil Tvøroyrar kommuna heita á fólk um framhaldandi at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, ikki minst í matvøruhandlum okkara, ið eru so avgerandi í gerandisdegnum.
Les meira um støðuna í einstøku handlunum her.
Eins og Landssjúkrahúsinum er virksemi á Suðuroyðar Sjúkrahúsi skert í hesum døgum, og tað verður brynjað til at sum best standa ímóti koronasmittuni
- Arbeiðsorkan er tillagað og alt ikki-akutt virksemi, er útsett. Starvsfólkini arbeiða í bólkum, soleiðis at vit hava fólk klár heima at traðka til, um onkur skal heim í sóttarhald, greiðir sjúkrahússtjórin, Hans Paula Henryson frá.
150 hava boðið seg fram til sjálvboðið arbeiði í sjúkrahúsverkinum, og í gjár heitti Suðuroyar Sjúkrahús á fólk um at hjálpa til har.
Heitt var á fólk um at skráseta seg umvegis heimasíðuna hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi og longu í morgun eru tað nógv sum hava skrásett seg - hetta eru fólk úr allari oynni, skrivar Tvøroyar kommuna.
Hans Paula Henryson sigur, at tað vísir seg sum um øll, man heitir á, eru klár at hjálpa um tað gerst neyðugt, og hetta eru tey á sjúkrahúsinum takksom fyri. Tætt samband er við kommunurnar og kommunulæknarnar kring landið.
Til ber at melda seg at hjálpa til á Suðuroyar Sjúkrahúsi her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald