Skráin til Mentanarnáttina á Tvøroyri, fríggjadagin hin 26. mai, er nú tøk talgild. Ein ørgrynna av spennandi tiltøkum er á skránni. Barnatiltøk, matartilboð, smakkroyndir, fyrilestrar, tónleikur, gongutúrar og mangt, mangt annað er á skránni.
Tey, sum fara at upptraðka við tónleika á mentanarpallinum miðskeiðis í býnum eru Tvøroyrar hornorkestur, Bjarki Hansen, Ester Skála, Herborg Torkilsdóttir & Ólavur á Váli, Safir, Bollarnir og DJ Hustler. Eisini verður felagssangur undir leiðslu av Erolf Olsen, Hentzar Hammer og Terja Nielsen. Á Seglloftinum fer Hanus G. Johansen at upptraðka.
Fleiri listaframsýningar eru eisini á skránni. Listafólkini, ið kunnu upplivast eru, eru: Palle Julsgart, Poul Skarðenni, Rói & Michella Einarsson, Sára Ejdesgaard, Janus Dam Guttesen, Mariann Johansen, Ulla Bærendsen, Hildur Gunnarsdóttir, Martin Øster og Finnleif Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald