Um vikuskiftið er amerikanski rapparin Kanye West bannaður av bæði Twitter og Instagram orsakað av dagføringum, sum vera mettar at vera antisemitiskar.
Sambært Twitter stríddi dagføringin hjá Kanye West, sum í fjør broytti navn sítt til Ye, ímóti brúkarareglur hjá sosiala miðlinum. Mett var, at talan var um haturstalu, skriva fleiri miðlar, m.a. The Guardian.
Tað var leygardagin, at Kanye West skrivaði Twitter-dagføringina, og sunnudagin varð hon strikað.
Fyritøkan Meta, sum eigur m.a. Facebook og Instagram, stongdi eisini Instagram-vangan hjá rapparanum um vikuskiftið orsakað av einari dagføring, sum hann skrivaði fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald