Mentan

Týr koma á Voxbotn í summar

Føroysku rokkkongarnir verða at hoyra í miðbýnum 28. juni 

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-11 18:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongin er sum Týr. Bólkurin hevur nærum 30 ár á bakið, og teir gerast bara betri og betri. Teir hava ferðast um allan heim við sínum tónleiki við sterku søgunum um kríggj, kærleika og deyða. Teir hava eitt greitt konsept tá teir framføra, men fyrst og fremst er talan um serstakliga vælspældan metal tónleik. 

Tónleikur teirra ber søgur úr fornari tíð við sær, og eisini er bólkurin onkursvegna blivin talsbólkur fyri Føroyar og virðir okkara. Bólkurin byrjaði sína longu ferð við at nýtulka Ormin Langa, og hevur síðani víðariment sítt útrykk til í dag at hava eitt heilt egið ljóð. 

Týr hevur fjepparar um allan heim og tá teir, beint, áðrenn korona legði Føroyar lamnar, framførdu saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum, vóru fleiri útlendskir fjepparar komnir til Føroya á konsert. Tað vitnar um, at bólkurin hevur altjóða format. 

OY Voxbotn 2025 verður 28. juni.

Týr spældi seinast á Voxbotn konsertini í 2022. Herundir eru nakrar av myndunum, sum Jens Kr. Vang tók tað kvøldið.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder